Tíðindi
02. juli 2024
Ráðstevna og seminar um talgildar førleikar, inklusjón og lívlanga læring

18. og 19. september skipa Undirvísingarstýrið og NVL fyri norðurlendskari ráðstevnu um talgildar førleikar, inklusjón og lívlanga læring. Í sambandi við ráðstevnu og seminar vitja o.u. 30 netverkslimir í NVL í Føroyum og fleiri teirra fara at hava framløgur ráðstevnuni. Ráðstevna og seminar verða hildin í Varpinum í Klaksvík.

Talgilda menningin gongur við rúkandi ferð, og tað kann hava stórar avbjóðingar við sær fyri mong okkara. Hvussu fyribyrgja vit, at vit í framtíðini fáa tvey sløg av borgarum, sum eru grundleggjandi ymiskt stillaðir, tá talan er um at nýta talgilda tøkni og talgildar førleikar?

Endamálið við ráðstevnuni er at miðla og gróðurseta norðurlendska vitan og royndir innan talgildar førleikar og lívslanga læring millum tey, sum taka lut á ráðstevnuni og í Norðurlondum sum heild.

Ráðstevnan vendir sær til øll sum á einhvønn hátt arbeiða við førleikamenning, lívlangari læring, vegleiðing og inklusjón, bæði á politiskum, umsitingarligum og útinnandi stigi.

Ráðstevnuevnið tekur støði í netverkssamstarvinum í NVL, har arbeitt verður við talgildari inklusjón, talgilt grundaðari vegleiðing, mikro-førleikum (mikrocredentials) og tvørgangandi førleikum (Transversal Skills).

Endamálið við norðurlendska samstarvinum um mikro-førleikar og almennar førleikar í ymiskum valideringstilgongdum, er at styrkja støðuna hjá tí einstaka á arbeiðsmarknaðinum, og at geva vaksnum møguleika at læra og mennast alt lívið.

Tá talan er um tvørgangandi førleikar er endamálið at virka fyri einfaldari, skjótari og høgligari atgongd til starvsleið ella útbúgving.

Skráseting til ráðstevnu og seminar við at senda teldupost til johnd@uvs.fo í seinasta lagi 19. august 2024. Luttøkugjaldið er 650 kr. fyri hvønn.


02. juli 2024

Ráðstevna og seminar um talgildar førleikar, inklusjón og lí…

03. apríl 2024

Ráðstevna um Nordplus í Føroyum

15. februar 2024

Kunningartiltøk á miðnám - nú innskrivingin til miðnám er læ…

20. november 2023

Væleydnað ráðstevna um vegleiðing og inklusjón