Lívlong læring

Lívlong læring

Lívlong læring er eitt altóða viðurkent hugtak, sum hevur eini hálvthundrað ár á baki. ST-felagsskapurin fyri gransking og útbúgving, UNESCO knýtir lívlanga læring beinleiðis afturat tí lærandi samfelagnum. Hetta er ein viðurkenning av, at læring fer fram á nógvum ymiskum pallum og geirum í samfelagnum, og ikki bara innan skúlans gátt.

Læring fer fram allastaðni og altíð. Flestu framkomin samfeløg arbeiða miðvíst við at fáa hesa læring til øldar, eitt nú við at viðurkenna teir førleikar, sum tann einstaki borgarin hevur vunnið sær uttan fyri skúlans gátt.

Týðandi tættir í lívlangari læring eru førleikameting og lívlong vegleiðing, ella karrieruvegleiðing, sum tað eisini verður nevnt.

Meira kunning um karrieruvegleiðing er at finna her.

Meira kunning um førleikameting er at finna her.

Tað hevur stóran týdning fyri hvønn einstakan borgara at hava møguleika at kunna mennast samsvarandi hugi og evnum gjøgnum alt lívið. Og hetta hevur eisini stóran týdning fyri alt samfelagið. Tað bøtir um búskapin og kappingarførið. Vitanarstøðið verður hægri, heilsustøðan gerst betri, tænastustøðið hækkar.