
Slapp tú ikki inn á universitet?
Tak tað róligt – tað er ikki heimsins undirgangur.
Tað kann kennast tungt at fáa eitt avslag, men tú ert ikki einsamallur, og hetta merkir ikki, at tú ikki kemur víðari. Kanska hevur lívið eina aðra og betri leið til tín – ofta opnast nýggjar dyr, har aðrar verða latnar aftur.
Tað er púra vanligt at vera vónsvikin beinanvegin, men lat ikki hesa støðuna taka mótið frá tær. Nú er tíð at kanna nýggjar møguleikar – og vit eru her fyri at hjálpa tær!
Kanska er møguleiki at søkja inn á útbúgvingar, har tað enn er pláss? Ella kanska tú skalt hugsa um at byrja eina aðra leið – í Føroyum ella uttanlands?
Stendur tú í hesi støðuni? So eru vit tøk til vegleiðing 4., 5. og 6. august
Melda teg til vegleiðing her: bóka tíð til vegleiding