Universitet í Føroyum

Heintar leinkjur til at lesa í Føroyum

  • les.fo - um hægri lesnað. Freistin fyri kvotu 2 er 15. apríl kl. 24.00 og fyri kvotu 1 er 1.juli kl. 24.00.
  • Um kvotu 1 og 2
  • gribverden.dk - ein síða um at lesa í Føroyum.
  • Info Norden -  ein síða um at flyta, lesa og búgva í Føroyum. 

Útbúgvingar á Fróðskaparsetri Føroya

Fróðskaparsetrið skrivar soleiðis á teirra heimasíðu um universitetsútbúgvingar í Føroyum:

Í Føroyum eru allar universitetsútbúgvingar skipaðar á Setrinum.

Hægri útbúgvingar, sum geva í minsta lagi bachelorprógv, eru universitetsútbúgvingar.

Til ber at lesa bæði á bachelor- og á masterstigi á Setrinum.

Hevur ein áhuga í at útbúgva seg víðari eftir bachelor-útbúgvingina, so er møguligt at lesa víðari á Setrinum ella at taka skiftisútbúgving á øðrum universitetum uttanlands.

Eisini er møguleiki at lesa ph.d. eftir lokið masterprógv - ella t.d. at taka hjágreinir, stakskeið, umframt eftirútbúgving og ískoytisútbúgving.

Trýst á leinkini fyri at fáa meira at vita um tær einstøku útbúgvingarnar, sum eru í boði á Setrinum.