Norðurlendskt samstarv um vaksnamannalæring - NLL

NLL er felagsskapur av netverkum undir norðurlendska ráðharraráðnum, og fevnir um netverkssamstarv um lívlanga læring – NLL er tað sum fyrr varð kallað NVL, Netverk fyri Vaksnamanna Læring, sum varð sett á stovn í 2005.

Føroyar taka lut í fýra av netverkunum í NLL. Netverkini eru mannað við serfrøðingum innan ávís virkisøki. Tey fýra netverkini, Føroyar eru við í, eru Vegleiðaranetverkið, Førleikametingarnetverkið, Alfaráðið og NLL Digital Inklusón.

NLL Digital Inklusjón sá dagsins ljós í 2020. Hini netverkini hava verið til øll árini síðan stovnanina í 2005.

Netverkini í NLL arbeiða við ymiskum uppgávum, eitt nú vegleiðing, førleikameting, burðardyggari menning, førleikamenning av teimum, sum undirvísa vaksnum, førleikamenning og læring á arbeiðsplássum, talgildu menningini o.s.fr.

Alfaráðið

Alfaráðið arbeiðir m.a. við førleikamenning av teimum, ið undirvísa í øðrum málum enn einum norðurlendskum. Málbólkurin eru vaksin við øðrum móðurmáli enn einum norðurlendskum, ið hava avmarkaða ella onga skúlagongd. Netverkið arbeiðir við at savna inn og miðla kunnleika um málbólkin, umframt at tað stuðlar lærarum og stovnum við hóskandi amboðum, at menna námsfrøðiligt og undirvísingarfrøðiligt tilfar til teirra, ið skulu undirvísa málbólkinum. Føroyska umboðið í Alfaráðnum er Elisabeth Holm adjunktur í føroyskum sum øðrum máli á Fróðskaparsetri Føroya.

Vegleiðingarnetverkið

Vegleiðingarnetverkið virkar fyri at samskipa vegleiðingina í Norðurlondum, so at skiftið millum tey ymisku útbúgvingarstigini og arbeiðslív gerst smidligari hjá tí einstaka. Netverkið arbeiðir við at miðla royndir og vitan millum Norðurlond, og virkar fyri at dygdartryggja vegleiðingina og førleikamenningina av vegleiðarum. Netverkið tekur sær eisini av at kunna um lívslanga vegleiðing og karieruførleikar. Føroyska umboðið í vegleiðingarnetverkinum er Annika M. Mellemgaard vegleiðari á Glasi.

NLL Digital inklusjón

Netverkið arbeiðir við at byggja brýr tvørtur um tær talgildu gjáirnar og at økja um talgildu førleikarnar og møguleikarnar hjá vaksnum at luttaka í samfelagsmenningini. Við tilmælum til myndugleikar roynir netverkið at bøta um møguleikarnar hjá norðurlendsku borgarunum at brúka tær nógvu talgildu tænasturnar, ið støðugt verða mentar, umframt at taka lut í framhaldandi læring og at megna eitt alsamt meira talgilt arbeiðslív. Føroyska umboðið í NLL-Digital Inklusjón er Stig Elttør leiðari á Dugna við Áir.

Førleikametingarnetverkið

Netverkið arbeiðir við at menna førleikametingina í Norðurlondum, umframt at varpa ljós á førleikar hjá tí einstaka borgaranum. Í netverkinum eru umboð frá arbeiðslívi, útbúgvingargeiranum, fólkaupplýsingini og granskingarumhvørvinum. Netverkið stuðlar framhaldandi menning av teimum ymisku førleikametingarskipanunum, sum londini longu hava ment, og er við til at leggja støði undir førleikametingarskipanir í Norðurlondum. Føroyska umboðið í valideringsnetverkinum er John Dalsgarð samskipari av førleikametingini í Undirvísingarstýrinum, sum eisini samskipar netverksarbeiðið hjá NLL í Føroyum.

Myndin er frá seminari um vaksnamannaútbúgving og førleikar á heilsurøktarøkinum, sum NVL og føroysku NVL netverkini skipaðu fyri saman við Yrkisdeplinum 30. september 2021.

Arbeiðsøkið við førleikameting og NLL er staðsett á Vegleiðingarstovuni í Undirvísingarstýrinum, Hoyvíksvegur 72.