Kvota 2 umsóknir

Kvota 2 umsóknir skulu verða inni áðrenn kl.12 - 15 mars 2023

Ætlar tú tær til Danmarkar at lesa og skal søkja inn við kvotu 2? les stigini á myndini

Freistin fyri at søkja inn til hægri lestur er 15. mars kl. 12 til kvotu 2, tú kanst lesa meira um at søkja inn á universitet í Danmark við kvotu 2 her. Freistin at søkja inn á universitet við kvotu 1 er 5. juli kl. 12.

Meira vegleiðing um at søkja inn á universitet í Danmark er at finna á eVejledning - Online vegleiðing frá Uddannelsesguiden.

Á Uddannelsesguiden  kanst tú lesa um útbúgvingarnar sum verða bjóðaðar út í Danmark. 

Søk inn á tína útbúgving á www.optagelse.dk

Tú søkir inn á universitet í Danmark á www.optagelse.dk. Optagelse.dk er ein felags portalur til upptøku á donsku universitetinum. Tú skalt rita inn við tínum NEM ID á optagelse.dk. Um tú ikki hevur NEM ID, les meir um NEM ID her.

Tá tú ert ritaður inn við NEM ID á optagelse.dk fyllur tú teigarnar út á 4 spjøldrum. Fyrsta spjaldur hevur tínar persónligu upplýsingar, síðan er upptøku grundarlag, val av útbúgving og til seinast fylgiskjøl.

Um tú ivast kanst tú fylgja leiðbeiningini her.

 

Føroyskt prógv á optagelse.dk

Títt føroyska prógv verður ikki funnið á optagelse.dk og tú skalt tí leggja tað upp á optagelse.dk.

Vel Dansk gymnasial eksamen

Vel Færøsk gymnasial eksamen

Vel ár

Leggja títt prógv og onnur viðkomandi skjøl inn á "bilag" sum PDF fíl. Nevn títt prógv "eksamenbevis".

Minst til at seta flugbein tá tú gert umsóknina, soleiðis at tíni skjøl verða send saman við umsóknini.