Miðnám

Innskrivingin til yrkisnám og gymnasialt miðnám letur upp 15. februar 2024

Innskriving til yrkisnám og gymnasialt miðnám letur upp 15. februar. Innskriving fer fram á heimasíðuni www.innskriving.fo ella við umsóknarblaði. Les meir á innskriving.fo

Hevur tú tørv á vegleiðing, kanst út venda tær til Vegleiðingarstovuna, ella til skúlarnar.

Umsóknarfreistin er 15. mars 2024.

Vegleiðing til umsóknarblað

Kunningarfaldari um yrkis- og miðnámsútbúgvingar 2024

Í faldaranum kanst tú lesa meira um tær føroysku yrkis- og miðnámsútbúgvingarnar, ið møguligt er at velja ímillum í 2024.

Blaða í faldaranum á netinum.

Tak faldarin niður sum pdf

STØDDFRØÐI A - TURBOSKEIÐ

Ætlar tú tær inn á dreymaútbúgvingina og manglar tær støddfrøði-A?
Tórshavnar Kvøldskúli bjóðar turboskeið í Støddfrøði-A til stakgreinalesandi.
Skeiðið byrjar 4. mars 2024 og endar við skrivligari próvtøku síðst í mai og munnligari próvtøku í juni.
Undirvíst verður mánadag til og við fríggjadag frá kl. 16:30-20:00.
Skeiðið verður bjóðað út til allar borgarar í Føroyum og verður stovnað um nóg stór tilmelding er.
Undirvísingarstað: J.H. Schrøtersgøta 1
Kostnaður, íroknað tilfar: kr. 1.050,00
Vinaliga tilmelda á kvoldskulin.fo og vel skeið nr. 0600.
Tilmeldingin til skeiðið endar fríggjadagin 1. februar 2024
Treytir fyri upptøku
Fyri at verða upptikin skal umsøkjarin í fyrstu syftu lúka hesar treytir:

  • vera fyltur 18 ár í seinasta lagi 31. desember í tí skúlaári, undirvísingin byrjar, og lúka fakligu fortreytirnar í lærugreinini,
  • vanliga hava lokið lægra stigið í eini lærugrein, um søkt verður inn á hægri stig,
  • hava samrøðu við lestararvegleiðaran um upptøku. Lestrarvegleiðarin, Holger Arnbjerg, er at hitta á tel. 280177 mánadag kl. 12:00 – 14:00 ella á holger.arnbjerg@gmail.com
    Umsøkjari, ið er nóg gamal, men ikki lýkur hinar treytirnar, kann tó verða tikin upp, um skúlaleiðarin metir umsøkjaran annars at hava fakligan førleika, ið svarar til omanfyri nevndu krøv.

Les meir her

Gymnasialt miðnám ella yrkisnám?

Ivast tú í, hvat tú skalt eftir fólkaskúlan? Á myndini niðanfyri sært tú, vinstrumegin súluna við árstølum, teir framhaldandi útbúgvingarmøguleikarnar við einari gymnasialari miðnámsútbúgving, og høgrumegin møguleikarnar, tá tú tekur eina yrkisútbúgving.

Gymnasialar miðnámsútbúgvingar


Tá ið tú skalt velja lestrarbreyt á gymnasialum miðnámsskúla, eigur tú at hugsa um, hvørja útbúgving tú hevur hug at halda fram við eftir loknan miðnámsskúla. Ein gymnasial mið­náms­útbúgving er fyrst og fremst ein fyrireiking til hægri lestur og hægri útbúgving á ávísum øki ella yrki.

Tú kanst ráðføra teg við skúlavegleiðaran á tínum fólkaskúla um útbúgvingar­møguleikar eftir lokna miðnámsútbúgving, ella tú kanst seta teg í samband við ein lestrar­vegleiðara á einum miðnámsskúla og tosa við vegleiðaran um framhaldsútbúgvingar­møguleikar.

Gymnasialar útbúgvingar
Ein gymnasial miðnámsútbúgving er fyrst og fremst ein fyrireiking til hægri lestur og hægri útbúgving á ávísum øki ella yrki.

Tað finnast fimm lestrarbreytir, ið taka 3 ár, og ein, sum tekur 2 ár:

  • Búskaparbreyt
  • Hugbreyt
  • Náttúrubreyt
  • Tilfeingisbreyt
  • Tøknibreyt
  • Fyrireikingarbreyt, (tvey ára breyt, ið serliga er ætlað tilkomnum næmingum). 

Stuðul
Sum næmingur á eini gymnasialari miðnámsútbúgving hevur tú rætt til lestrarstuðul frá Studna. Tú søkir um stuðul, tá tú byrjar útbúgvingina.

Um tú ert undir 18 ár fært tú ikki lestrarstuðul, men hevur rætt til ískoytisstuðul til keyp av undirvísingartilfari (bókastuðul). Harafturat er møguleiki at søkja um ískoytisstuðul til vistarhald (vistarhaldsstuðul).

Bókastuðulin verður latin øllum næmingum, ið ikki hava fylt 18 ár innan 1. september, tá skúlaárið byrjar. Bókastuðulin verður útgoldin fyrst í stuðulsárinum.

Vistarhaldsstuðulin verður latin avbygdanæmingum undir 18 ár, sum noyðast at flyta til útbúgvingarstaðið. Treytin fyri at fáa henda stuðul er, at sjóvegis farleið er millum heimabústað og skúlan, ella at vegalongdin millum heimabústað og skúlan er longri enn 35 km.

Tey, ið verða 18 ár í stuðulsárinum, fáa stuðulin mánaðin eftir, at tey eru fylt 18 ár. Tá hava hesi eisini møguleika at søkja um lán.

Tú kanst fáa meira at vita um lestrarstuðulin og stuðulsskipanina á www.studni.fo.

Undirvísingartilfar
Í miðnámsútbúgvingunum skalt tú sjálv/ur keypa alt undirvísingartilfar, eitt nú bøkur, sum verða brúktar í undirvísingini. Hetta merkir, at tú við skúlaársbyrjan mást rokna við at brúka einar 3.500 kr. til bøkur. Hvussu stór upphæddin er, veldst um, hvørjari breyt tú byrjar á. Harumframt kann tann einstaki skúlin krevja gjald fyri ljósritað tilfar, sum verður brúkt í undirvísingini.

Yrkisútbúgvingar

Fleiri yrkisútbúgvingar eru at velja ímillum. Les meira um tær ymisku yrkisútbúgvingarnar á www.les.fo og á heimasíðuni hjá Yrkisdepilnum.

Útbúgvingarnar eru bygdar upp, við at lærlingurin skiftir ímillum verkliga læru á arbeiðsplássi og skúlagongd. Í nógvum yrkisútbúgvingum ber til at taka skúlagongdina í Føroyum, eitt nú tá talan er um húsasmið, bilsmið, elektrikara ella hárfríðkara. Snýr tað seg um aðrar útbúgvingar, t.d. málara, múrara, KT-supportara, miðlagrafikara o.a., er skúlagongdin í Danmark, ímeðan lærutíðin fer fram á føroyskum arbeiðsplássi.