Førleikameting innan heilsuhjálparaútbúgving

Førleikameting innan heilsuhjálparaútbúgving

Tú kanst søkja um førleikameting til heilsuhjálparaútbúgving við at útfylla frymilin Umsókn um førleikameting. Umsóknin er byrjanin til eina førleikametingartilgongd. Umframt at útfylla sjálva umsóknina um førleikameting, skalt tú eisini taka niður Førleikamappuna, fylla hana út og senda hana í telduposti til John Dalsgarð johnd@uvs.fo. 

Tá tú søkir um førleikameting innan heilsuhjálparaútbúgving skalt tú eisini útfylla umsóknarblað til heilsuhjálparaútbúgving.

Hevur tú tørv á hjálp ella vegleiðing til at útfylla umsóknirnar, kanst tú ringja til John Dalsgarð, samskipara í Vegleiðingarstovuni á 555088, ella til Elken Bech, lestrarvegleiðara á Heilsuskúla Føroya á 294211.

Kunning og vegleiðing um framferð og mannagongdir
Førleikamappa
Hvat skulu arbeiðsváttanirnar fevna um?
Sjálvsmetingarskjal
Umsóknarblað til heilsuhjálparaútbúgvingina
Yvirlit yvir útbúgvingargongd
Reglugerð fyri fjarundirvísing