Á Vegleiðingarstovuni kunnu øll í Føroyum fáa javnbjóðis atgongd til góða vegleiðing innan útbúgvingar-, læru- ella arbeiðsmøguleikar. Øll útbúgvingarøki eru umboðaði á Vegleiðingarstovuni. Tí er altíð møguleiki fyri dygdargóðari vegleiðing – og vit vita, hvønn vit skulu seta okkum í samband við fyri at fáa besta svarið upp á spurningar og ivamál.

Førleikameting
Førleikameting er eitt tilboð til vaksin, 25 ár og eldri, og sum hava í minsta lagi 3 ára starvsroyndir. Førleikameting kann vera ein fyrimunur hjá teimum, ið ætla at taka eina útbúgving ella at betra sína støðu á arbeiðsmarknaðinum.
Málið við førleikametingini er at fáa arbeiðsroyndir og persónligar royndir staðfestar og viðurkendar sum fullgildugir førleikar, ið kunnu verða góðskrivaðir í sambandi við eina útbúgving ella eitt starv, ein ætlar at søkja. Ert tú 25+ og hevur 3 ára starvsroyndir og ætlar at taka eina føroyska útbúgving, eigur tú at kanna, um førleikameting er nakað fyri teg.
Enn eru vit ikki til reiðar at førleikameta innan fyri allar tær føroysku útbúgvingarnar. Arbeitt verður við at fyrireika førleikameta innan allar útbúgvingar. Tú ert altíð væl komin at venda tær til Vegleiðingarstovuna á telefon 200910 ella 555088, ella við at senda teldupost til vegleiding@uvs.fo at vita meira um, hvørjir møguleikar eru við førleikameting.