Ráðstevna um talgildar førleikar og inklusjón

18 september verður skipað fyri norðurlendskari ráðstevnu um talgildar førleikar og inklusjón í Varpinum í Klaksvík. Undirvísingarstýrið og NVL skipa fyri.
Málbólkurin er øll tey, sum arbeiða við lívlangari læring og førleikamenning á ymsum stigum í samfelagnum, tað veri seg í politikki, fyrisiting, innan vegleiðing og undirvísing.
Á ráðstevnuni verða framløgur við støði í norðurlendskum netverksarbeiði innan talgilda inklusjón og tvørgangandi førleikar, við føroyskum, norðurlendskum og evrope