Erasmus+

Erasmus+ er ein spennandi møguleiki fyri Føroyar

Erasmus+ er ein ES-samstarvsskrá, sum gevur nógvar stuðulsmøguleikar til útbúgving, ungdómsarbeiði, frítíðarvirksemi og ítrótt.

Við Erasmus+ kunnu føroyingar luttaka í altjóða samstørvum, sum eru við til at styrkja førleikar og geva nýggjar upplivingar. Til ber at fáa stuðul til at fara á útbúgvingarferðir, starvsfólkaskifti, luttaka í verkstovum og skeiðum, og samstarva við fólk úr øðrum londum.

Føroyar eru ikki partur av Erasmus+ enn, men verður miðvíst arbeitt fram ímóti føroyskari luttøku frá 2028, tá næsta Erasmus+ skeið byrjar. Ein tjóðarskrivstova er sett á stovn í Føroyum, sum skal umsita Erasmus+ skipanina, umframt byggja upp samstarv við aðrar áhugapartar og veita vegleiðing og ráðgeving.

Um Erasmus+

Samlaða ES játtanin til Erasmus+ fyri tíðarskeiðið 2021 – 2027 er heilar 26,2 mia. evrur. Játtanin fyri tíðarskeiðið 2028-2034, verður væntandi 40,8 mia. evrur, ið er ein hækking á næstan 50%.

Danmark, Svøríki og Finnland (v/Álandi) eru fevnd av skipanini sum ES limalond, meðan Noreg og Ísland eru fevnd av skipanini umvegis EBS sáttmálan. Grønland hevur møguleika at nýta skipanina umvegis sína støðu í mun til ES sum “Overseas Country and Territory”. Føroyar er einasta norðurland, sum ikki enn er partur av Erasmus+ skipanini.

Erasmus byrjaði í 1987 og hevur sostatt skjótt 40 ár á baki. Frá byrjan hevur skipanin roynst væl og hava til í dag eini 16,7 mió fólk luttikið í Erasmus á ein ella annan hátt. Í 2024 vóru 33,000 verkætlanir stuðlaðar, sum høvdu yvir næstan 86,000 felagsskapir av ymiskum slag við og umleið 1,4 mio luttakarar.

Hvat kunnu vit vænta av Erasmus+?

Við Erasmus+ fáa føroyingar møguleika at luttaka í altjóða samstarvi, sum kann styrkja um førleikar, geva íblástur til heimligt virksemi og geva hópin av nýggjum samstarvsmøguleikum um alt Europa. Hetta kann vera við til at menna føroysku útbúgvingarskipanina, ungdómsarbeið, frítíðarvirksemið og ítróttin. Sum dømi kann nevnast, at Erasmus + játtanin í Danmark var 377 mió. kr. í 2024.

Hvussu kunnu vit luttaka?

Føroyar hava longu tikið tey fyrstu stigini til at gerast partur av Erasmus+, og eru fyrireikingarnar væl í gongd. Tjóðarskrivstovan er sett á stovn og er farin í gongd við at byggja upp umsitingina, umframt at kunna um teir møguleikar, sum skipanin fer at geva føroyskum skúlum, stovnum, felagsskapum og einstaklingum.

Meira kunning um Erasmus+ er at finna á hesum leinkjum:

Home - Erasmus+

Velkommen til Erasmus+ — Uddannelses- og Forskningsministeriet