Tíðindi
23. mars 2023
Hvat fæst við førleikameting?

Kunning um førleikameting fyri vinnu, stovnum og starvsfólki í sambandi við tiltakið "Vinnan vitjar", sum var á Glasi 23. mars 2023

John Dalsgarð, samskipari í Vegleiðingarstovuni, hevði kunnandi framløgu um møguleikarnar við førleikameting og førleikamenning.

Í framløguni greiddi John frá, hvat starvsfólk og virkir kunnu fáa burtur úr førleikameting, og hvussu førleikameting verður framd í verki.

Førleikameting er serlig ætlað vaksnum fólki við starvsroyndum, sum kundu hugsað sær at verið førleikament innan ávíst yrki ella nema sær eina útbúgving.

Vit hava í rúma tíð hoyrt um kappingina um starvsfólkini. Tá ræður um hjá virkjum at kunna bjóða starvsfólkunum sømdir og umstøður, sum fáa tey at støðast á arbeiðsplássinum.

Førleikamenning og útbúgving eru týdningarmiklir faktorar í hesum, og tá kann tað vera ein fyrimunur, bæði fyri virkið og tann einstaka at fáa førleikarnar hjá starvsfólkunum mettar og viðurkendar.

Framløgan hjá John Dalsgarð kann takast niður her: Hvat fæst við førleikameting?


15. apríl 2025

Teach togetherness. Dissemination webinar 27 May on social s…

26. februar 2025

Spennandi starv sum fulltrúi til nýggja tjóðarskrivstovu til…

17. februar 2025

Føroyska serbreytin í Norðurlendskum tíðarriti

12. februar 2025

Finn tína útbúgving við nýggjari app