Tíðindi
27. oktober 2023
Ráðstevna um lívlanga vegleiðing og inklusjón á arbeiðsmarknaðinum

16. november 2023 skipa Undirvísingarstýrið og NVL (Norðurlendskt netverk fyri vaksnamannaútbúgving) fyri ráðstevnu á Hilton Garden Inn um lívlanga vegleiðing og inklusjón á arbeiðsmarknaðinum. Ráðstevnan er ætlað vegleiðarum, undirvísarum og øllum, sum á onkran hátt arbeiða við vegleiðing, útbúgving, inklusjón og arbeiðsmarknaðarviðurskiftum.

Á ráðstevnuni verða framløgur og orðaskifti. Granskarar frá universitetinum á Malta og Háskóla Íslands fara at greiða frá, hvussu lívlong vegleiðing kann vera við til at fremja góða integratión í samfelagnum, umframt týdningin av flytførum førleikum hjá tilflytarum og borgarum, sum skifta arbeiði av onkrari orsøk.

Eisini fara umboð fyri Útlendingastovuna, ALS, Vinnuhúsið og Vegleiðingarstovuna at umrøða hesi viðurskifti við støði í teirra egnu royndum í føroyska samfelagnum.

Ráðstevnan byrjar kl. 9 við skráseting og morgunmati. Á middegi verður miðmál. Ráðstevnan endar kl. 14.30.

Tekna teg til ráðstevnuna við at senda teldupost til undirritaða, John Dalsgarð, samskipara í Undirvísingarstýrinum: johnd@uvs.fo í seinasta lagi mikudagin 1. november 2023, við upplýsing um navn, starv ella starvsøki og starvsstaði.


02. mars 2026

Bólkavegleiðing - At søkja inn á universitet

13. oktober 2025

Stuðul til at lesa íslendskt sum annaðmál

20. august 2025

Er fráfall grundað á vánaligar upplýsingar ella eitt óhóskan…

14. juli 2025

Samtalufundur um inklusjón og lívlanga læring