Nordplus gevur møguleika at menna samstarv og verkætlanir saman við samstarvspørtum í Norðurlondum og Baltikum. Skipanin er ikki bert fyri skúlar – eisini felagsskapir og fakfeløg kunnu vera við og taka stig til verkætlanir, sum menna vitan, førleikar og samstarv tvørtur um lond.
Á hesum kunningarfundi fara umboð frá umsitingini hjá Nordplus at greiða frá møguleikunum í skipanunum Nordplus Adult og Nordplus Horizontal. Dentur verður lagdur á, hvussu eisini fakfeløg og aðrir felagsskapir kunnu taka lut í verkætlanum og samstarvi.
Fundurin hevur til endamáls at geva íblástur, vísa á ítøkiligar møguleikar og svara spurningum hjá teimum, sum hava hug at kanna, hvussu Nordplus kann nýtast í egnum arbeiði og virksemi.
Kunningarfundurin verður 29. apríl kl. 14.00 á Glasir.
Sí skrá fyri fundin her
Tilmelding
Vinarliga boða okkum frá, um tú luttekur á kunningarfundinum, við at fylla út teigarnar niðanfyri.
