Kalendari

Seminar um lívlanga læring og vegleiðing

hós. 19. sep.

19. september skipa Undirvísingarstýrið og NVL fyri hálvdags seminari, ið er framhald av ráðstevnu um talgildar førleikar og inklusjón frá degnum fyri, í mentanarhúsinum Varpinum í Klaksvík.

Endamálið við seminarinum er at leggja lunnar undir eitt netverk fyri lívlanga læring og vegleiðing í Føroyum, har vit eisini taka til okkum íblástur og hugskot úr hinum Norðurlondunum.

Seminariið vendir sær til øll sum arbeiða við førleikamenning og lívlangari læring á fyrireikandi, umsitingarligum og útinnandi stigi.

Á seminarinum verður kunnað um sonevnd mikrokredentials úr einum norðurlendskum sjónarhorni. Mikrokredentials eru stuttar førleikamennandi eindir, ið verða mettar og viðurkendar, og kunnu standa sjálvstøðugar ella verða settar saman til heilar útbúgvingar, ella verða brúktar í starvsligum høpi. Eitt av málunum við mikrokredentials er at kunna viðurkenna tey sum part av einari útbúgving ella starvslýsing. Hetta kann m.a. verða gjørt við førleikameting.

Vit fara hoyra um ítølilig dømi um microkredential frá Álandi, og vit fara at umrøða spurningar viðvíkjandi grønari vegleiðing – hvussu vegleitt verður um burðardygd og tað grøna skifti – og vit fara at hoyra um samstarv millum Grønland, Áland og Føroyar um lívlanga læring, vegleiðing og inklusjón.

Tekna teg til seminar við at senda teldupost til johnd@uvs.fo í seinasta lagi 17. juli 2024.


Komandi tiltøk

18
sep 2024
Ráðstevna um talgildar førleikar og inklusjón
19
sep 2024
Seminar um lívlanga læring og vegleiðing